01Hvat vit vilja
Hýsa umsitur stuttíðarleigubústaðir, og okkara kundar spyrja regluliga, hvar teir skulu eta, hvat teir skulu uppliva, og hvar teir skulu keypa. Vit vilja geva teimum góð ráð, sum teir kunnu líta á.
Vit vilja vísa kundum okkara beinleiðis til tykkara!
02Hvussu tað virkar
Tá ein kundi, umvegis Hýsa, keypir ella bíleggur á tykkara heimasíðu, verður tað skrásett sjálvvirkandi.
Kundin rindar vanliga prísin og sendir okkum eina mynd av kvittanini. Vit skráseta keypið.
Tit fáa ein teldupost fyri hvørt keyp, við dato, upphædd og provisjón.
Einaferð um vikuna fáa tit eina rokning fyri tí provisjónina, vit hava avtalað við tykkum.
03Provisjónin
- Bert av keypum, sum koma beinleiðis frá Hýsa.
- Einki stovningargjald og einki fast mánaðargjald. Einki keyp = ongar útreiðslur.
- Tykkara prísir broytast ikki. Hýsa kann geva okkara kundum ein part av okkara egnu provisjón aftur sum cashback, og tað rinda vit sjálvi fyri.
- Tit gjalda ongantíð meira enn ta avtalaðu provisjónina.
- Vit mæla til 20–25%: tess meira tit bjóða, tess meira cashback kunnu vit geva kundunum, og tess hægri verða tit víst á síðuni. Tann, sum gevur mest í hvørjum bólki, verður vístur fyrst við merkinum „★ Hýsa recommends“.
- Á tykkara partnarasíðu kunnu tit sjálvi leggja myndir, hvat tit selja, og eitt „Tilboð vikunnar“ inn á kortið.
Sum partnari í Hýsa partnaranetverkinum fáa tit cashback hjá øllum hinum partnarunum – og teir fáa tað hjá tykkum. Tit finna teir á tykkara partnarasíðu. Cashback verður drigið frá á tykkara næstu rokning frá Hýsa. Ein góður háttur at byggja lokalar B2B-avtalur.
04Dømi
Ein kundi frá Hýsa keypir fyri 1.000 kr.
05Hvør ger hvat
| Tit | Skráseta tykkum og senda okkum Consumer key og Consumer secret frá nethandlinum (ein ferð). |
| Hýsa | Setir kotuna inn í okkara skipan, vísir á tykkum, skrásetir keyp sjálvvirkandi, sendir teldupost og rokning, og rindar cashback. |
| Kundin | Keypir á netinum ella á staðnum, og sendir kvittan til okkum. |
06Hvat tit skulu gera
Vit kunnu skráseta tykkum og seta alt upp fyri tykkum. Tit skulu bara stovna atgongd í tykkara skipan og senda okkum tvær kotur: Consumer key og Consumer secret. Tær seta vit inn í okkara skipan, so hon sjálv kann lesa keypini frá Hýsa-kundum. So koyrir alt sjálvvirkandi, og tit skulu einki meira gera.
WooCommerce → Settings → Advanced → REST API → Add key. Skrivið “Hýsa”, veljið loyvi Read og trýstið á Generate API key. Avritið Consumer key (byrjar við ck_) og Consumer secret (byrjar við cs_) og sendið okkum tey á hysa@hysa.fo. Atgongdin kann bert lesa keyp – vit kunnu ongantíð broyta nakað í tykkara handli. Brúka tit Shopify, senda tit okkum ein “Admin API access token”. Hava tit eina aðra skipan, hjálpa vit tykkum við einum stuttum sporingarkoda.
07At koma í gongd
Skráseta tit tykkum í dag, kunnu vit hava tykkum online á samstarvssíðuni innan fáar dagar!
Næsta stig
Samstarvssíðan er á enskum og greiðir frá øllum í smálutum: hvør ger hvat, hvørjar teldupostar tit fáa, rokningar og svar upp á vanligar spurningar.